Snúfundigur sigur og EM!

FØROYAR HAVA AFTUR VUNNIÐ SEG TIL EITT EM-ENDASPÆL. Hóast føroyska liðið ikki spældi heilt upp til sítt besta, so gjørdist talan um ein taktiskan arbeiðssigur til Føroyar á 25-23, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 13-12 í hálvleikinum. NÚ FARA VIT TIL OSLO!!!

Tað bleiv ikki tað vakra poleraði spælið í dag. Okkara hildu seg tó til taktiska uppleggið allan dystin, spælið var búgvið og okkara hildu høvdið kalt seinastu løtina, tá Pauli Jacobsen kom innaftur í málið, og hevði avgerandi bjargingar.

Føroyar byrjaðu dystin við at spæla 7 móti 6 álopinum, hetta fyri at draga nakað av leikferð úr dystinum, og ikki geva Kosovo momentum á heimavølli frá byrjan. Okkara komu eisini til góðar málmøguleikar, men brendu tey fyrstu trý skotini. Verjan stóð ikki rættiliga saman og málmenninir fingu ikka fatur í tí stóra í fyrra hálvleiki, serliga høgra bakkinum, Drenit Tahirukaj. Hóast fyrri hálvleikur var lakur fyri Føroyar, so vóru okkara væl við, men manglaði tað seinasta og brendu eisini ov illa. Kosovo var fyri tað mesta frammanfyri og fóru liðini fóru til hálvleiks við støðuni 13-12 til Kosovo.

Byrjanin av seinna hálvleiki líktist fyrra. Leikferðin var enn lág, verjan fekk ikki rættiliga fatur og skot vóru brend. Okkara ernaðust tó so líðandi, verjan fekk betri fatur og Sasha Lacok, í málinum, hevði eisini nakrar bjargingar. Føroyar komu fram um, 19-17, eftir 45 minuttir, men brend skot og fleiri útvísingar gjørdi, at Kosovo kom innaftur í dystin. Liðini skiftist næstu løtuna um at vera frammanfyri, men vóru tað okkara, sum vóru kaldari seinastu 5 minuttirnar. Pauli Jacobsen, sum bert hevði havt eina bjarging í fyrra hálvleiki, kom innaftur, og fann hann 6 bjargingar seinastu 14 minuttirnar. Hákun West av Teigum var hartil tryggur við 4 brotskøstum í seinna hálvleiki, og var hetta saman við ótroyttiliga Óla Mittún eisini avgerandi. Føroyar vunnu 25-23.

Føroyar liggja nú nummar 1 í bólki 6 við 7 stigum undan seinasta undankappingardystinum móti Ukraina, sum verður á heimavølli sunnudagin kl 17.00. Føroyar skulu nú spæla um fyrsta plássið í bólkinum og hava Ukrainar eisini alt at spæla fyri sunnudagin fyri at blíva ein av 4 teimum bestu trý´arunum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teimum 11 (4)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (2)
Óli Mittún 4
Leivur Mortensen 3
Vilhelm Poulsen 1
Ísak Vedelsbøl 1
Pætur Mikkjalsson 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 7 bjargingar
Aleksandar Lacok 5 bjargingar

Dystargongdin Kosovo – Føroyar:
5 min: 3-1
10 min: 5-3
15 min: 6-6
20 min: 8-8
25 min: 11-10
30 min: 13-12
35 min: 15-15
40 min: 17-16
45 min: 17-19
50 min: 21-20
55 min: 23-23
60 min: 23-25

Føroyska EM-ævintýrið er av

21. januar 2026

Talan gjørdist um eitt svárt og tepurt tap fyri Slovenia, 30-27. Harvið er EM-endaspælið av fyri Føroyar, tá Sveis hevði betri málúrtøku enn Føroyar og harvið fóru víðari til meginumfarið sum nummar 2 í bólkinum.

Gandakent í Oslo

18. januar 2026

Eitt søguligt kvøld í norska høvuðstaðnum, har Føroyar vundu burturúr Montenegro og vunnu heili 37-24, eftir at Føroyar vóru á odda 19-12 í hálvleikinum. Ongantíð fyrr er tílíkur rómur sæddur á føroysku áskoðaraplássunum.

Rutsjibani og EM-drama í Oslo

17. januar 2026

Føroyar spældu fyri tað mesta ein rimmar dyst og vóru á odda 19-13 góðar 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Málturkur í 10 minuttir loyvdi tó sveisarum innaftur í dystin, og lá dysturin til Sveis seinastu løtuna. Ein bjarging og mál í seinastu sekundunum bjargaði tó einum stigi. Dysturin endaði 28-28.

Ein loysn frá Sendistovuni