HM-lutakast hósdagin kl. 17.00

Í morgin, hósdagin 22. mai kl. 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð. Lutakastið kann stroymast her.

https://www.youtube.com/@ihfworldhandball

Tað er longu greitt, at Føroyar koma at spæla sínar heimadystir í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Ferðing verður fyriskipað til Trier.

Styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro
Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund at millumumfarið. Liðið, sum gerts nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í S´Hertogenbosch.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni