Montenegro, Spania, FØROYAR og Paraguei

Tað var greitt undan lutakastinum, at Trier í Týsklandi verður heimstaðurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í november/desember. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við fjepparum og atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í S´Hertogenbosch í dag, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Montenegro, Spania og Paraguei.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Mikudagin 26. november: Montenegro – Føroyar
Fríggjadagin 28. november: Spania – Føroyar
Sunnudagin 30. november: Føroyar – Paraguei

Dystirnir verða leiktir í Trier Arena, sum tekur uml 5.400 áskoðarar. Kunning um atgongumerkjasølu kemur seinni.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Montenegro nummar 8, Spania nr. 13. Føroyar gjørdust nummar 17.

Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Montenegro nr. 7, Spania nr. 13. og Paraguei nr. 29. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund til millumumfarið. Liðið, sum verður nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í S´Hertogenbosch.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni