Hesar fara til Íslands

Komandi vikuskiftið fer U15-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla sínar fyrstu landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygar- og sunnudagin.

Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Tíðirnar niðanfyri eru føroyskar.

Leygardagin 31. mai
Kl. 17.00              Ísland – Føroyar

Sunnudagin 1. juni
Kl. 15.00              Ísland – Føroyar

Hesir eru úttiknir til dystirnar:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sofía Sigurstein, Kyndil

Útileikarar:
Helena Holm, VB
Hervør Hansen, Kyndil
Sára Hjørleifsdóttir, VÍF
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Hanna Thomsen, Neistin
Nana Yaa Deku, H71
Olivia Kristiansen, H71
Lea Traber Olsen, H71
Fía Nolsøe, H71
Anna Lamhauge, H71
Andrea Heinadóttir, Søljan
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Aibritt á Plógv, Kyndil

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Nicholas Satchwell, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni