Ungdómshondbóltur á hægsta stigi


Vikuskiftið 6. – 8. juni verður Nordic Open fyri U17-landslið hjá monnum á fyrsta sinni. Kappingin verður leikt fríggjadagin í Runavík og leygar- og sunnudagin Við Tjarnir.

Áhugin fyri ungdómshondbólti í Føroyum hevur verið stórur seinastu árini, og hava nógv fylgt við okkara ungdómslandsliðum í altjóða kappingum úti í verð. Nú sleppa føroyskir áskoðarar endiliga at uppliva ungdómin royna seg heima í Føroyum.

Nordic Open er nýggj kapping, sum HSF hevur tikið stig til. Vanliga hava ávikavist U17-menn og U16-kvinnur luttikið í European Open í Svøríki, men er hendan kappingin nú broytt til at vera fyri ávikavist U18-menn og U17-kvinnur. Tískil verður nú roynt við egnari fýralandakapping her í Føroyum.

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av landsliðunum og teirra avbjóðingum. Til Nordic Open viðmerkir Mark, ” at talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum. Vitjandi tjóðirnar, Týskland, Sveis og Ísland, eru millum tær allarbestu í heiminum, ikki minst millum tær mest framfýsni og myndandi í ungdómshondbólti seinastu árini.”

Mark viðmerkir víðari, ”at tað er av alstórum týdningi, at ungdómslandsliðini hava avbjóðingar á hvørjum ári, og at hesar er við til at menna og brynja ungu leikararnir til vaksnan hondbólt og A-landsdystir, har nógv stendur uppá spæl. Flestu leikararnir, sum nú mynda A-landsliðið, hava nógvar ungdómslandsdystir og ungdómsendaspøl í rygginum, og er tað eyðsýnt, at teir við hesum royndunum  duga og megna at handfara avbjóðandi dystir, har nógv stendur uppá spæl og túsundtals eygu fylgja við kring vøllin, í sjónvarpi og miðlum.”

Atgongumerki til dystirnar í Nordic Open fáast til keyps her:
https://www.atgongumerki.fo/3284768/nordic-open-2025

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni