Atgongumerkini til Malmö

Nú fáast føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til keyps. Koma Føroyar víðari úr innleiðandi bólkinum í Oslo, gongur leiðin til meginumfarið í Malmö.

Talan er um fýra dystardagar, har tríggir dystir eru í høllini hvønn dag. Møguleiki er bert at keypa atgongumerki til hvønn dag sær. Atgongumerkini til kosta 1030 DKK + avgreiðslugjald fyri hvønn dag.

Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna. Tøppa á “Buy tickets” og skriva síðani kotuna, sum kemur fram, í ávísta teigin á næstu síðuni. Legg til merkis, at kotan skal skrivast við stórum stavum. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa.

https://www.eventim.se/en/promotion/162480/?affiliate=26E

Keypt atgongumerki kunnu ikki latast innaftur.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni