U21-menn: Góðkent avrik

Føroyar taptu 41-32 móti Danmark, har Føroyar hvíldu lyklaleikarar og fordeildu spælitíðina. Munurin bleiv tó ikki stórur fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, tá Danmark dróg frá – eitt góðkent avrik undan fjórðingsfinaluni hósdagin móti Slovenia.

Tað var greitt við dystarbyrjan, at føroysku venjararnir vildu vanda sær um orkuna til dystin og spara nakrar av lyklaleikarunum, sum hava spælt nógv higartil í kappingini. Føroyska liðið byrjaði uttan Óla Mittún, Ísak Vedelsbøl og Sasha Lacok á vøllinum. Óli kom bert á vøllin til trý brotskøst, meðan hini báðir als ikki vóru inni. Hóast hetta, so tóktust tað als ikki sum at okkara vildu leggja seg niður. Liðini fyldust so at siga allan fyrra hálvleik, hóast tað vóru danir, sum fyri tað mesta vóru frammanfyri. Okkara spældu tolið 7 móti 6 og hepnaðist væl hjá Tróndi Johnson, Trúgva Hávardsyni og Høgna Heinason. Føroyar fingu 17 mál í fyrra hálvleiki. Hinvegin stríddist verjan nakað við sterku og flytførðu mótstøðuna, og fingu Føroyar 20 mál ímóti í fyrrahálvleiki. 20-17 stóð á talvuni við steðgin.

Gongdin í seinna hálvleiki minti um hana í fyrra, men høvdu danir nakað lættari við at koma til málini og leiðslan øktist spakuliga. Føroyar fingu deilt spælitíðina og vóru góð avrik av m.a. Trúgva Hávardsyni, Óla Jákup Gaard Olsen, Búa Poulsen og Róa Seyer Hjaltasyni í seinna hálvleiki. Danir, sum blivu nr. 2 til EM-endaspælið í fjør, høvdu tó eitt eyka gear og vunnu trygt 41-32.

Eftir dystin var Óla Jákup Gaard Olsen kosin besti leikari í dystinum. Óla Jákup var føroyskur toppskjútti við 6 málum í dag, har hann gjørdi 5 uppá 5 royndir á vonginum og eitt av tveimum á bakkinum, har hann spældi seinastu løtuna í seinna hálvleiki.

Føroyar eru við hesum komnar víðari til fjórðingsfinaluna, sum nummar 2 í bólki 3 í meginumfarinum. Føroyar skulu møta Slovenia í býnum Sosnowiec í fjórðingsfinaluni. Hesin dysturin verður hósdagin kl. 17.30. Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”, hetta um tú er stødd/staddur í Føroyum.

Dystargongdin Danmark – Føroyar:
5 min. 3-3
10 min. 6-5
15 min. 10-9
20 min. 13-11
25 min. 16-14
30 min. 20-17
35 min. 22-18
40 min. 27-22
45 min. 29-25
50 min. 32-27
55 min. 36-30
60 min. 41-32

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óla Jákup Gaard Olsen 6
Búi Poulsen 4
Óli Mittún 3 (3)
Trúgvi Hávardsson 3
Tróndur Johnson 3
Rókur Ziskason 3
Rói Seyer Hjaltason 3
Høgni Heinason 2
Tóki Fríðriksson 2
Sofus í Selvindi Nattestad 2
Eyðbjørn Heini Danielsen 1

Málverjar:
Torstein Sivertsen 17%

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni