U19-kvinnur: Tap í verjukendum dysti

Hóast føroyska verjan og málverjar stóðu sera væl, so var tað ikki nokk til at basa Spania í dag. Føroysku U19-kvinnurnar taptu 22-16, eftir at Spania var á odda 8-6 í hálvleikinum.

Tað komu fá mál í fyrra hálvleiki. Báðar verjurnar stóðu sera væl, somuleiðis málverjarnir. Gylta á Neystabø helt á, har hon slepti í gjár og hevði fleiri stórbjargingar. Spanska verjuspælið var ágangandi og trýsti okkara til at gera villur, og høvdu okkara tað trupult við at koma til góðar málmøguleikar. Støðan eftir 15 minutttir segði alt, 3-2. Føroyar vóru væl við í dystinum og gekk heldur frægari at fáa mál uppundir hálvleik. Støðan í steðginum var 8-6 til Spania.

Dystargongdin í seinna hálvleiki var lík henni í fyrra. Tað komu tó heldur fleiri mál, men enn vóru tað verjurnar, sum myndaðu dystin. Her hevði Spania enn munin, og vóru tað tær sum spakuliga øktu. Okkara skuldu kempa hart fyri hvørt mál og fingu einki í gávulut frá spanska málverjanum, sum gjørdist dagsins leikari hjá Spania. Munurin øktist seinastu løtuna, men kunnu okkara tó taka góða verju- og málverjaavrikið við sær til næsta dyst. Spania vann 23-16.

Eftir dystin var Ró Reginsdóttir kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Kvikið spælskiparin gjørdi 4 mál og eygdnaðist væl við at fáa ferð í føroyska álopsspælið. Føroyar møta Týsklandi leygardagin kl. 13.30, føroyska tíð. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Spania – Føroyar:
5 min. 2-0
10 min. 2-1
15 min. 3-2
20 min. 5-2
25 min. 6-3
30 min. 8-6
35 min. 11-8
40 min. 14-10
45 min. 16-13
50 min. 18-14
55 min. 22-15
60 min. 23-16

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ró Reginsdóttir 4
Rakul Borgarlíð Joensen 3 (2)
Silja Geirsdóttir Eystberg 2
Mira Bendix Laursen 2
Katrin Hansen 1
Marta Højgaard 1
Sára Berg á Lag 1
Agatha Djurhuus 1
Rakul Christiansen 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni