Leikaramenning við dreingir U12

Í dag hevur Mark Lausen verið og vitjað U12 dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Endamálið við leikaramenningini er at geva øllum leikaraum eina felags fatan av, hvussu vit ynskja spæla hondbólt í Føroyum. Vit ynskja samstundis at kunna leikararnar um týdningningin av eitt nú styrkivenjing, skaðafyribyrging og mentalari venjing.

Venjingarnar í leikaramenningini skulu hava eitt fakliga høgt støðið, tí vera tað ungdómslandsliðsvenjararnir, ið koma standa fyri venjingunum. Í leikaramenningini ynskja vit at geva leikararum íblástur til venjingar, ið teir kunna taka við heim at nýta í teirra egna felagi.

Vit vilja við leikaramenningini knýta bond millum leikarar tvørtur um feløgini. Hetta við tí fyri eyga, at vit hava eitt tættari tilknýti millum leikararnar, tá hesir gerast landsliðsleikarar í framtíðini.

Allir leikararnir í leikaramenningini fingu eina venjingarblusu frá HSF.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni