Portugal, FØROYAR, Pólland og Algeria

Tað er nú greitt, at Magdeburg verður heimstaðurin hjá føroyska manslandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2027. Ein møgulig millumrunda verður leikt í Hannover. Við lutakastinum í München í dag gjørdist eisini greitt, at mótstøðuliðini verða Portugal, Pólland og Algeria.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria
Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland
Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í GETEC Arena, sum tekur uml. 6.500 áskoðarar. Sum áður kunnað um, so eru sera nógv atgongumerkið longu seld, bæði til innleiðandi bólkaspælið og millumumfarið. Tað er tískil skilagott, at keypa sær atgongumerkir beinanvegin á heimasíðuni www.handball2027.com.

Til seinasta EM, í 2026, gjørdist Portugal nummar 5, Pólland nr. 21. Føroyar gjørdust nummar 13.

Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Portugal nr. 4, Pólland nr. 25 og Algeria nr. 30. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til millumumfarið í Hannover. Liðið, sum verður nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í Magdeburg. Atgongumerkini til millumumførini eru eisin sett til sølu á www.handball2027.com.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni