Portugal, FØROYAR, Pólland og Algeria

Tað er nú greitt, at Magdeburg verður heimstaðurin hjá føroyska manslandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2027. Ein møgulig millumrunda verður leikt í Hannover. Við lutakastinum í München í dag gjørdist eisini greitt, at mótstøðuliðini verða Portugal, Pólland og Algeria.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria
Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland
Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í GETEC Arena, sum tekur uml. 6.500 áskoðarar. Sum áður kunnað um, so eru sera nógv atgongumerkið longu seld, bæði til innleiðandi bólkaspælið og millumumfarið. Tað er tískil skilagott, at keypa sær atgongumerkir beinanvegin á heimasíðuni www.handball2027.com.

Til seinasta EM, í 2026, gjørdist Portugal nummar 5, Pólland nr. 21. Føroyar gjørdust nummar 13.

Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Portugal nr. 4, Pólland nr. 25 og Algeria nr. 30. Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.

Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til millumumfarið í Hannover. Liðið, sum verður nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í Magdeburg. Atgongumerkini til millumumførini eru eisin sett til sølu á www.handball2027.com.

U18-menn: Runnu aftaná allan dystin

6. august 2026

Føroyar vóru leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í […]

U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

U18-menn: Stórt comeback í javnleiki

3. august 2026

Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv fiskaði bóltin og spældi Brand Debes Dánialsson frían beint sum tíðin fór. Dysturin endaði 35-35, eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Póllands.

Ein loysn frá Sendistovuni