U16 European Open byrjar í dag

Komandi vikuna skulu føroysku U16-kvinnurnar kappast í European Open, sum verður leikt í Gøteborg.

Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Serbia, Georgia og Spania.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mánadagin 29. juni
Kl. 11.00 Niðurlond – Føroyar
Kl. 16.00 Serbia – Føroyar

Týsdagin 30. juni
Kl. 13.00 Føroyar – Georgia
Kl. 19.30 Spania – Føroyar

Mikudagin og hósdagin verða millumumførini leikt og plaseringsdystir fríggjadagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara. Tað kostar 5 euro fyri alla kappingina.

Hesar manna U16-landsliðið:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sofía Sigurstein, Kyndil

Útileikarar:
Aleksandra Arge, Kyndil
Mia Blástein, VÍF
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Hervør Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Rannvá Heinadóttir, H71
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni