Víðari uttan stig

Tað vísti seg tíðliga í dystinum, at dysturin fór at gerðast ein avbjóðandi uppgáva.

Tað sást at sveisiska liðið var væl fyrireikað, og høvdu tak á føroyska álopsspælinum. Hetta trýsti okkara menn til fleiri villur, og tað gav Sveis góðar møguleikar í teirra kontraspæli.

Sveis vardi í eini sokallaðari 4-2 verju, har teir komu langt fram í vøllin á bakkarnar hjá okkum. Tað sá út til at órógva okkara álop, sum aldrin ordiliga kom í gongd í hesum dystinum. Tó so, har vóru løtur við góðum álopsspæli, og góðum avrikum í verjuni.

Venjararnir nýttu høvið at royna fleiri ting, í nógvum ymsum samansetingum. Stutt fyri steðgin var ein góð løta við trimum skjótum málum, og hálvleiksstøðan var 18-12. Eftir at Sveis hevði verið á odda 17-9.

Í seinna hálvleiki var søgan tann sama. Føroyar spældu við eina løtu, men ímóti endanum var lítið at gera. Øll føroysk mistøk í álopinum vórðu revsað hart, við skjótum mótálopum. Luftin fór úr føroysku ballónini seinastu løtuna, og tá fimm minuttir restaðu í, vóru 18 mál á muni.

Næsti dystur hjá Føroyum verður ímóti Fraklandi mánadagin klokkan 15:00. Týsdagin eitur mótstøðuliðið Týskland.

Dystargongdin Sveis – Føroyar
10 min. 5-2
20 min. 13-6
30 min. 18-12
40 min. 22-15
50 min. 31-18
60 min.  40-23

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 4 (1)
Pauli Rasmussen 3
Lýðar í Dímun 3
Jón Eyðunsson Midjord 3
Rúnar Hammer 2
Fríði Holm í Innistovu 2
Filip Haldansen 1
Torkil Dahl 1 (1)
Helgi Jakob Halldórsson 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Erling Erlendsson 1
Magnus Árason 1

Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen, 2 bjargingar, 10%
Ingi Johannesen, 2 bjargingar, 8%

Høgni og Andrias nú EHF-dómarar

28. august 2026

Føroyar hevur nú aftur eitt altjóða dómarapar í hondbólti. Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

Spæla um Lionsbikarið sunnudagin

27. august 2026

Sunnudagin verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um hondbóltsdystirnar um Lionsbikørini, ið samstundis eru fyrstu dystir í nýggja kappingarárinum. Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Ein loysn frá Sendistovuni