Fleiri atgongumerki til HM-endaspælið

Mikudagin, 15. juli 2026, kl. 10.00, verða fleiri atgongumerki til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi sett til sølu. Talan er um atgongumerki bæði til innleiðandi umfarið í Magdeburg og millumumfarið í Hannover.

Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands.

Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4.

Innleiðandi umfar í Magdeburg

Talan er um áleið 500 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum. Atgongumerkini eru staðsett í eystaraendanum av høllini og eru í kategori 2, 3, 4, 5 og 6. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251205_IHF2027-M_Price_Overview_Magdeburg.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_GETEC-Arena_Magdeburg_Englisch.pdf

Millumumfar í Hannover

Talan er um áleið 300 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í millumumfarinum. Atgongumerkini eru í bólkunum U14 og U15 og eru í kategori 1 og 2. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_ZAG-arena_Hannover_Englisch.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251216_IHF2027-M_Price_Overview_Hanover.pdf

Tað er tó longu nú møguligt at tryggja sær atgongumerki til millumumfarið í Hannover umvegis almennu netsøluna hjá IHF. Flestu føroyingar hava keypt atgongumerki í bólkunum U12 til U18. Hendan sølan fer fram á: https://www.eventim.de/en/artist/ihf-handball-weltmeisterschaft-der-maenner/2027-ihf-wm-hannover-pakete-4026662/?affiliate=27H.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni