U20-menn: Flott avrik ímóti Týsklandi

Eitt vælspælandi føroyskt lið mátti lúta fyri týsku maskinuni.

Føroyar løgdu út sum eitt óløgi. Eftir fýra minuttir vóru okkara frammanfyri 3-0. Við eini brotskastsbjarging frá Inga Johannesen og hegnisligum máli frá Magnusi Árasyni, sást skjótt at liðið var nærum hamskift, samanborið við dystin ímóti Fraklandi í gjár.

Føroyar fingu fleiri brotskøst fyrstu løtuna, og Jákup Egholm var púra tryggur frá sjey metrum. Annars vóru mest eyðsýndu leikararnir fyrstu løtuna, omanfyrinevndu Ingi Johannesen, við fleiri bjargingum, og Magnus Árason við sínum dygdum av høgra vongi.

Tíggju minuttir fyri steðgin var Týskland á odda fyri fyrstu ferð. Men føroyingarnir hildu á, og fingu tak á týskarunum aftur. Pauli Rasmussen og Jákup Egholm stóðu fyri tí mesta ímóti endanum av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru Týskland oman á fyri tað mesta. Í fleiri løtum kundi tað eydnast at komi veruliga nær við. Eitt korter fyri leiklok stórbjargaði Ingi aftur, og Jákup Egholm stríddi seg til eitt brotskast, sum Torkil Dahl setti í netið. Tá vóru bert tvey mál á muni.

Pauli Rasmussen var ein støðug hóttan ígjøgnum allan dystin, og var ein av stóru orsøkunum til at Føroyar fingu so nógv brotskøst í dystinum. Tað var trupult at komma nærri enn trý mál við Týskland. Hvørja ferð vit nærkaðust vóru týskarar skjótir við málunum í hinum endanum. Tá sjey minuttir restaðu í eydnaðist at minka niður í tvey mál. Seinastu minuttirnar kundi tað sæð heilt gott út, men onkrir misnýttir møguleikar gjørdu sítt til, at tað ikki eydnaðist at koma nærri við týskararnar.

Hóast tað endaði við einum tapi, kunnu føroysku leikararnir vera nøgdir við avrikið, ímóti einum av favorittunum til at vinna kappingina. Magnus Árason varð kosin besti leikarin hjá Føroyum í dag.

Føroyar kappast enn um plássini 9 – 16. Næsti dystur hjá Føroyum verður ímóti Ísrael hósdagin klokkan 10:00.

Dystargongdin Føroyar – Týskland

10 min. 7-4

20 min. 10-11

30 min. 17-19

40 min. 21-24

50 min. 24-27

60 min. 30-34

Føroysku málskjúttarnir:

Jákup Egholm 11 (8)

Magnus Árason 7

Pauli Rasmussen 6

Fríði Holm í Innistovu 2

Lýðar í Dímun 2

Rúnar Hammer 1

Málverjar:

Ingi Johannesen. 60 minuttir. 8 bjargingar

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni