Eyka túrur til Katowice

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Katowice fríggjadagin, 4. desember 2026, og heim aftur hósdagin, 10. desember 2026.

Prísurin fyri ferðina er: 4.262,00.

Skráseting fer fram á: https://forms.office.com/e/V0YfWRUP6M 

Ferðin er treytað av, at nóg nógv hava meldað seg til 1. september 2026.

Leikskrá hjá føroyska liðnum
5. desember 2026: Føroyar – Ukraina
7. desember 2026: Frakland – Føroyar
9. desember 2026: Føroyar – Pólland

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps her: https://www.eventim.pl/en/promotion/183056/?affiliate=P2W.

Tøppa “EURO-FAR” í promotion code teigin fyri at fáa føroysku plássini fram.

Hotel
Nógvir góðir gistingar møguleikar eru í Katowice. Kunningarstovan í Katowice hevur víst á m.a. fylgjandi møguleikar:

voco Katowice,
Vienna House Easy by Wyndham Katowice,
Qubus Hotel Katowice

Eru spurningar ella ivamál er møguleika at seta seg í samband við HSF á hsf@hsf.fo ella 231984.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni