Eyka túrur til Katowice

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Katowice fríggjadagin, 4. desember 2026, og heim aftur hósdagin, 10. desember 2026.

Prísurin fyri ferðina er: 4.262,00.

Skráseting fer fram á: https://forms.office.com/e/V0YfWRUP6M 

Ferðin er treytað av, at nóg nógv hava meldað seg til 1. september 2026.

Leikskrá hjá føroyska liðnum
5. desember 2026: Føroyar – Ukraina
7. desember 2026: Frakland – Føroyar
9. desember 2026: Føroyar – Pólland

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps her: https://www.eventim.pl/en/promotion/183056/?affiliate=P2W.

Tøppa “EURO-FAR” í promotion code teigin fyri at fáa føroysku plássini fram.

Hotel
Nógvir góðir gistingar møguleikar eru í Katowice. Kunningarstovan í Katowice hevur víst á m.a. fylgjandi møguleikar:

voco Katowice,
Vienna House Easy by Wyndham Katowice,
Qubus Hotel Katowice

Eru spurningar ella ivamál er møguleika at seta seg í samband við HSF á hsf@hsf.fo ella 231984.

U20: Knógvaðu Ísrael í seinna hálvleiki – HM plássið tryggjað.

16. juli 2026

Føroyar spældu helst besta hálvleikin hesa kappingina, HM-pláss næsta summar varð tryggjað, við at enda millum 12 tey fremstu liðini.

Eyka túrur til Katowice

15. juli 2026

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum. Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Katowice fríggjadagin, 4. desember 2026, og heim aftur hósdagin, 10. desember 2026. Prísurin fyri ferðina er: 4.262,00. […]

U20-menn: Flott avrik ímóti Týsklandi

14. juli 2026

Eitt vælspælandi føroyskt lið mátti lúta fyri týsku maskinuni.

Ein loysn frá Sendistovuni