Føroyar spældu helst besta hálvleikin hesa kappingina, HM-pláss næsta summar varð tryggjað, við at enda millum 12 tey fremstu liðini.
Bæði liðini løgdu hart út. Tað var ferð og styrki í báðum endum av vøllinum. Eftir at okkara vóru aftanfyri 3-0 svaraði Magnus Árason aftur tríggjar ferðir. Sum vit kenna hann var tað við flottum skrúvum og lobbi. Liðini fylgdust hiðani. Tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki var enn javnleikur, og Føroyar tóku leikbrá. Nú kom Lýðar í Dímun í gongd við langskotunum hjá sær, og so kundi Jákup Egholm eina løtu seinni leggja Føroyar á odda, eftir hann stjól ein bólt í verjuni.
Føroyar royndu seg við 7 ímóti 6 í álopsstøðu, men óhepni gjørdi at Ísrael tvær ferðir á rað skoraði í tóma málið. Ísrael var frammanfyri við fýra. Kortini fingu føroyingarnir fatur aftur, og við ferðmiklum spæli í álopinum, og stinnari verju, megnaðu okkara at minka niður tvey mál tá farið var til hálvleiks.
Føroyar komu væl út í seinna hálvleiki. Verjan fekk fatur, og eftir seks minuttir, var javnleikur 18-18. Lýðar í Dímun var í brennideplinum leingi í seinna hálvleiki. Hann lat ísraelsku verjuna upp við at skjóta langskot, finna strikuspælaran væl og at koma í høgari ferð. Ísrael royndi seg við sjey í álopsstøðu eina løtu, og tað eydnaðist í løtum væl hjá teimum. Ingi Johannesen stóð kortini væl í føroyska málinum, millum annað við einari brotskastbjarging. Stutt eftir skoraði Lýðar aftur og legði Føroyar á odda við tveimum 26-24.
Tað var sama søgan næstu minuttirnar. Lýðar við frálíkum spæli, og tá hann hegnisliga fann Jákup Egholm á vinstra vongi, vóru vit á odda við trimum fyri fyrstu ferð í dystinum. Tá Magnus Árason, fimm minuttir fyri leiklok fangaði ein bólt, og rann frá øllum, legði hann Føroyar á odda við fimm málum.
So fóru Ísrael fram at jagstra. Hetta eydnaðist hjá teimum eina løtu, og minkaðu niður í tvey mál. Rúnar Hammer tók ábyrgdina í álopinum, og Ingi Johannesen stórbjargaði tvær ferðir.
Lýðar í Dímun varð kosin besti leikari fyri Føroyar.
Fríggjadagin 17. juli spæla Føroyar ímóti Noreg í enn einum plaseringsdysti. Tann dysturin byrjar klokkan 10:00 føroyska tíð.
Dystargongdin Føroyar – Ísrael
10 min. 4-4
20 min. 9-10
30 min. 15-17
40 min- 20-21
50 min. 27-25
60 min. 33-31
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 8
Magnus Árason 6
Rúnar Hammer 5
Jákup Egholm 4 (1)
Filip Haldansen 3
Erling Erlendsson 3
Pauli Rasmussen 2
Torkil Dahl 2 (2)
Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 10 min. 1 bjarging
Ingi Johannesen. 50 min. 11 bjargingar


Mynd: FRH
