U18-menn: Stríddust við eysturríkar

Hóast Føroyar høvdu avbjóðingar við sterku eysturíksku verjuni og málverjanum, so megnaðu U18-mennirnir at hála ein góðan javnleik heim seinastu løtuna. Dysturin endaði 26-26, eftir at okkara høvdu verið aftanfyri stóran part av dystinum. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Eysturríki.

Tað var greitt undan dystinum, at Eysturríki skuldi vinna við 7 málum fyri at Føroyar ikki skuldu koma víðari til meginumfarið sum nummar 2 í bólkinum. Møguliga merkti hetta dystin nakað, tí Føroyar komu illa frá byrjan og vóru nógvar villur og brend skot. Eysturríki hevur havt góða verju og málverja higartil í kappingini, men hava teir hinvegin ikki skotið so nógv mál. Eysturríkar ansaðu væl eftir málfarligu bakkunum hjá Føroyum, Boasi á Skipagøtu og Jónasi Fossabrúgv, og bleiv tískil meira pláss á strikuni og vengrunum. Tað tók eina løtu at fáa hol, men komu Føroyar so líðandi inn í dystin og fylgdust liðini tað mesta av fyrra hálvleiki. Støðan við steðgin var 13-12 til Eysturríki.

Tað var serliga føroyska verjan við Teiti Bogasyni, Hugini Halgirsyni, Gabriel Árnasyni og Axel Holm Simonsen, sum í seinna hálvleiki tryggjaði at Eysturríki ongantíð fór undan. Eisini hevði Micah Wardum Ragnarsson fleiri góðar bjargingar seinastu løtuna, og gjørdi hetta at plássið í meginumfarinum ongantíð veruliga var í vanda. Hóast Eysturríki hevði leiðsluna seinastu løtuna, so hálaðu okkara ein góðan javnleik heim í seinasta minuttinum, og gjørdist úrslitið 26-26. Eftir dystin var Teitur Bogason kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Teitur spældi ein góðan dyst í miðverjuni og var eisini toppskjútti saman við Boasi á Skipagøtu. Teir gjørdu 5 mál í part.

Føroyar blivu við hesum nr. 2 í bólkinum, aftanfyri Spania, og koma tískil víðari til meginumfarið í EM-endaspælinum, har Póllandi og Danmark bíða. Teir dystirnir verða ávikavist mána- og týsdagin. Portal.fo vísir dystirnar hjá Føroyum.

Dystargongdin Føroyar – Eysturríki:
5 min. 1-2
10 min. 4-4
15 min. 5-6
20 min. 8-8
25 min. 11-10
30 min. 12-13
35 min. 14-16
40 min. 18-20
45 min. 21-22
50 min. 23-25
55 min. 23-25
60 min. 26-26

Málskjúttar hjá Føroyum:
Teitur Bogason 5
Boas Ellefsen á Skipagøtu 5 (3)
Axel Holm Simonsen 3
Teitur Poulsen Hellisdal 3 (1)
Jóan Petur Mortensen 3
Gabriel Skeel Árnason 3
Hugin Halgirson 2
Jónas Fossabrúgv 2

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 60 min, 11 bjargingar 30%

U18-menn: Stríddust við eysturríkar

1. august 2026

Hóast Føroyar høvdu avbjóðingar við sterku eysturíksku verjuni og málverjanum, so megnaðu U18-mennirnir at hála ein góðan javnleik heim seinastu løtuna. Dysturin endaði 26-26, eftir at okkara høvdu verið aftanfyri stóran part av dystinum. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Eysturríki. Tað var greitt undan dystinum, at Eysturríki skuldi vinna við 7 málum fyri at Føroyar ikki […]

U18-menn: Tepurt tap fyri Spania

30. juli 2026

Hóast Føroyar sýndu gott álopspæl, so stríddust okkara í verjuni í stórum parti av dystinum móti Spania, sum vann 37-32, eftir at spaniólar vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikinum.

U18-menn: Væl frá byrjan

30. juli 2026

Føroyingar fóru frá finnum í 2. hálvleiki við frálíkum álopsspæli og sterkari verju. Boas Ellefsen á Skipagøtu og blaðungi Jónas Fossabrúgv skaraðu framúr í álopinum, og heildin hekk saman í fyrsta endaspælsdysti teirra.

Ein loysn frá Sendistovuni