U18-menn: Tepurt tap fyri Spania

Hóast Føroyar sýndu gott álopspæl, so stríddust okkara í verjuni í stórum parti av dystinum móti Spania, sum vann 37-32, eftir at spaniólar vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikinum.

Fyrri hálvleikur var javnur og føroyska liðið spældi seg fyri tað mesta til góðar málmøguleikar og kundu saktans verið frammanfyri við steðgin. Heldur nógvir brendir kjansir og tekniskar villur gjørdi tó, at tað vóru Spania, sum fyri tað mesta høvdu eina lítla leiðslu. Føroyska verjan stóð hampuliga væl, men høvdu okkara eisini avbjóðingar við gløgga spanska strikuspælinum. Føroyar hingu tó í og fóru liðini til hálvleiks við 16-15 til spaniólar.

Okkara stríddust stóran part av seinna hálvleiki í verjuni og hóast Micah Wardum Ragnarsson stóð sera væl í føroyska málinum, so er tað sigandi, at tað okkara fingu 37 mál ímóti. Liðini fylgdust tó til miðjan seinna hálvleik, har okkara tíverri ikki tóku røttu avgerðirnar í yvirtalsspælið og fingu trý skjót mál ímóti. Munurin vaks upp í 5 mál og var tað eisini munurin við leiklok, 37-32.

Eftir dystin var føroyski málverjin, Micah Wardum Ragnarsson, kosin besti føroyski leikarin í dystinum. Eisini eyðsýndir vóru Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum var føroyskur toppskjútti við 14 málum, og Hugin Halgirson, sum eisini spældi ein góðan dyst á strikuni við 5 málum. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin kl. 18.30 móti Eysturríki. Portal.fo vísir dystin.

Dystargongdin Spania – Føroyar:
5 min. 3-4
10 min. 5-6
15 min. 8-7
20 min. 10-9
25 min. 14-13
30 min. 16-15
35 min. 20-18
40 min. 23-21
45 min. 25-23
50 min. 30-25
55 min. 32-29
60 min. 37-32

Føroyskir málskjúttar:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 14 (5)
Hugin Halgirson 5
Jónas Fossabrúgv 4
Teitur Poulsen Hellisdal 3
Brandur Debes Dánialsson 2
Gabriel Skeel Árnason 2
Axel Holm Simonsen 1
Teitur Bogason 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 59 min, 13 bjargingar
Jákup Arngrímsson Müller, 1 min, 1 bjarging

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni