European Cup viku hjá monnum

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

VÍF-menn spæla fríggjadagin og sunnudagin móti kroatisku MRK Trogir, meðan Kyndil møta eysturríksku SC Kelag Ferlach, leygar- og sunnudagin.

Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:
Fríggjadagin 11. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF
Leygardagin 12. september kl. 18.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil
Sunnudagin 13. september kl. 17.00 SC Kelag Ferlach – Kyndil
Sunnudagin 13. september kl. 19.00 MRK Trogir – VÍF

H71 luttekur eisini í European Cup, men eru teir hægri styrkismettir og koma uppí kappingina í øðrum umfari.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki. VÍF-menn spæla fríggjadagin og sunnudagin móti kroatisku MRK Trogir, meðan Kyndil møta eysturríksku SC Kelag Ferlach, leygar- og sunnudagin. Dystirnir liggja soleiðis, talan er um føroyskar tíðir:Fríggjadagin 11. september kl. […]

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni