Kvinnulandsliðið úttikið

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (SWE)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Buducnost (MNE)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Lukka Arge, H71
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Inga Maria Roysdóttir, Stjarnan (ISL)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Sára Berg á Lag, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Eftir hesa samlingina skal liðið spæla tveir venjingardystir móti Eysturríki í oktober, í Eysturríki. Hesir dystirnir verða hósdagin 22. oktober og leygardagin 24. oktober. Tveir venjingardystir eru eisini á skrá í november áðrenn EM-endaspælið. Hesi verða leiktir í Noreg móti ávikavist Noreg, hósdagin 26. november, og Danmark, leygardagin 28. november. Fyrsti dystur hjá Føroyum í EM-endaspælinum er leygardagin 5. desmber kl. 19.30 móti Ukraina.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september. Málverjar:Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (SWE) Bakkar:Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)Jana Mittún, Viborg […]

Ein loysn frá Sendistovuni