Tey ið sóu kvinnulandsliðið spæla móti Eysturríki síðsta vikuskiftið, løgdu kanska til merkis, at kvinnurnar vóru klæddar í nýggjum merkisverdum jakka undan dystinum og til upphitingina.
Hondbóltssambandið hevur latið framleitt nýggjan jakka við íblástri úr gomlu landsliðsdraktini, sum var brúkt í 1986. HSF hevur eitt gamalt eintak av upphitingardraktini og spæliklæðunum í varðveitslu, og eru tað serliga bláa litspælið og strípurnar, sum hava verið nýttar til íblásturs. Liðið sum spældi í eyðkendu stríputa búnanum í 1986 taldi fleiri kend nøvn í føroyska hondbóltsheiminum m.a. Hanus Joensen, Birgir Hansen, Jákup Símun Simonsen og Hannis Wardum. Hesin búnin er eisini ein heilsan til teirra, sum hava slóað og gingið undan.
Jakkarnir fáast til keyps í Sport24 í SMS, sum klædnastuðul hjá HSF.


Credit: Speedshot/Christian Krutis
