Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.
Komandi vikuskiftið spælir Neistin á heimavølli, í Høllini á Hálsi, móti sveisisku LK Zug Handball, meðan H71 spæla á útivølli móti ukrainsku HC Galychanka. Dystirnir móti Galychanka verða leiktir í pólska býnum Bilgoraj.
Dystirnir liggja soleiðis:
Fríggjadagin 13. nov. kl. 19.00 Neistin – LK Zug Handball
Leygardagin 14. nov. kl. 19.00 Neistin – LK Zug Handball
Leygardagin 14. nov. kl. 16.00 HC Galychanka – H71
Sunnudagin 15. nov. kl. 13.00 HC Galychanka – H71
Mennirnir hjá H71 eru enn við í kappingini og fáa vikuskiftið 21. – 22. november vitjan av pólsku Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski. Teir dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 21. nov. kl. 17.00 H71 – Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski
Sunnudagin 22. nov. kl. 17.00 H71 – Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski


Mynd: Andrei Antal
