U17 EM-undankapping við Tjarnir

Komið og stuðlið føroysku U17-kvinnunum í kappingini um at koma til EM-endaspælið. Føroyar spæla undankapping móti Íslandi, Ísrael og Turkalandi komandi vikuskiftið við Tjarnir. Tvey lið koma víðari til EM-endaspælið.

Føroyska U19-landsliðið skal eisini spæla, talan er um tveir vinardystir móti Stóra Bretlandi.

Atgongumerki fáast til keyps her, gev gætur, at tað er gratis fyri børn í skúlaaldri, t.e. frá 10. flokki og niðureftir. Dagsatgongumerki fyri vaksin kosta 100 kr. og 200 kr. fyri eitt vikuskiftisatgongumerki, ið gevur atgongd til allar dystirnar, Hondbóltsvikuskifti við Tjarnir – við Tjarnir

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagom 27. november
16:30 Ísland – Turkaland, U17 EM-undankapping
19:00 Føroyar – Ísrael, U17 EM-undankapping

Leygardagin, 28. november 2026
14:30 Turkaland – Ísrael, U17 EM-undankapping
17:00 Ísland – Føroyar, U17 EM-undankapping
19:30 Føroyar – Stóra Bretland, U19 venjingardystur

Sunnudagin, 29. november 2026
14:30 Ísrael – Ísland, U17 EM-undankapping
17:00 Føroyar – Turkaland, U17 EM-undankapping
19:30 Føroyar – Stóra Bretland, U19 venjingardystur




U17 EM-undankapping við Tjarnir

26. november 2026

Komið og stuðlið føroysku U17-kvinnunum í kappingini um at koma til EM-endaspælið. Føroyar spæla undankapping móti Íslandi, Ísrael og Turkalandi komandi vikuskiftið við Tjarnir. Tvey lið koma víðari til EM-endaspælið. Føroyska U19-landsliðið skal eisini spæla, talan er um tveir vinardystir móti Stóra Bretlandi. Atgongumerki fáast til keyps her, gev gætur, at tað er gratis fyri […]

Rimmar H71 avrik

23. november 2026

H71 eru í áttandapartsfinaluni í European Cup. Tað er søguligt í føroyskum manshondbólti, og hava mennirnir í Hoyvík nú gjørt H71-kvinnunum eftir, sum eisini komu í áttandaparstfinaluna í 2023. H71 vunnu tilsamans 62-61 móti KPR Ostrovia úr Póllandi.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Ein loysn frá Sendistovuni