Fríði brotið hondina

Aftur ein skaði hendi í seinna dystinum hjá Føroyum í HM-undankappingini í Italia. Hesaferð var tað Fríði Weyhe, sum fekk skaða í vinstru hond í dystinum móti Rumenia.

– Eg fór í eina takling og mótspælarin læsti armin hjá mær fastan inn at kroppinum hjá sær. Mín fingur bleiv fastur í blusuni hjá honum, tá eg royndi at slíta meg leysan. Eg føldi beinanvegin, at okkurt var galið, greiðir Fríði Weyhe frá.

Kollfirðingurin hevur verið á skaðastovuni í kvøld, har røntgenmyndir vístu, at hann hevur brotið eitt bein í hondini. Fríði fer ikki at spæla hondbólt í fýra vikur.

Í dystinum í gjár móti Ukraina, breyt Helgi Hoydal eitt bein í fótinum og hevur fingið boð um at binda frið í tveir mánaðir.

Hópurin hjá Føroyum, sum var 16 mans, er nú minkaður niður í 14 mans til dystin í annaðkvøld móti Italia.

 

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni