EB vil upp í bestu deildina

Hondbóltsfelagið hjá Eiðis Bóltfelag, EB, hevur sett sær greið mál. Felagið skal verða umboðað í bestu deildini um nøkur ár. 

Stór framgongd er farin fram í EB. Bæði limatal og tal av liðum er hækkað meira enn hundra prosent upp á tíggju ár. Í dag eru 11 lið í EB, umframt U6 og U8, samanborið við fimm lið í 2008.

Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum við Streymin, og sum báðar spæla við G16 hjá EB, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing í HSF. Tær hava millum annað gjørt samrøðu við forkvinnuna í EB, venjara og við leikarar um framgongdina og framtíðarmálini hjá EB.

Hygg eftir innslagnum her ella omanfyri.

 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni