Spennandi lutakast hjá monnum

Skjótt kunnu nakrir av heimsins bestu hondbóltsspælarum spæla ímóti Føroyum í Høllini á Hálsi. Tað kann verða Mikkel Hansen ella Nikola Karabatic. Ella hvørgin. 

Um eina viku, hósdagin 12. apríl, er lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Tróndheimi í Norra.

Føroyar kunnu tá fáa Danmark, Frakland, Týskland ella Kroatia í sín bólk.

32 lond verða býtt í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki.

Londini eru styrkismett í fýra bólkar, og eitt lið úr hvørjum styrkisbólki enda í sama bólki.

Styrkisbólkarnir eru hesir:

1 – Frakland, Kroatia, Týskland, Danmark, Slovenia, Hvítarussland, Ungarn, Makedonia.
2 – Russland, Kekkia, Pólland, Ísland, Serbia, Montenegro og Bosnia/Hersogovina, Holland ella Portugal.
3 – Lettland, Litava, Sveis, Slovakia, Ukraina, Ísrael, Turkaland og Bosnia/Hersogovina, Holland ella Portugal.  
4 – Finnland, Belgia, Estland, Grikkaland, Rumenia, Italia, Kosovo og Føroyar.

 

í Høllini á Háls

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni