Væl eydnað leikaramenning

Í vetur hevur HSF skipað fyri leikaramenning eina ferð um mánaðin fyri børnum, sum eru fødd í 2002 til 2005. Samanlagt hava 500 børn luttikið.

Um vikuskiftið var síðsta leikaramenning í hesum kappingarárinum, fyri árgangirnar 2004 og 2005. Hondbóltsfelagið SÍF/Søljan hýsti leikaramenningini í teirra snotuligu hølum á Giljanesi. 115 børn vóru við, býtt í bólkar eftir aldri og kyni.

Vanligt hevur verið at havt leikaramenning í tríggjar tímar ein fyrrapart, men hesaferð varð valt at gera meira burturúr við venjingum yvir tveir dagar og yvirnátting. Seks venjarar skipaðu dagarnar við hondbóltsvenjing, styrkivenjing, fyrilestri og hugna.

HSF takkar SÍF/Søljuni, sum gjørdi góðan mat til øll børnini og takkar fittu og dugnaligu børnunum, ið hava verið við í leikaramenningini í ár.

Her eru myndir frá vikuskiftinum, sum SÍF/Søljan tók.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni