Føroyar eru fjórðbest

U20 landsliðið við monnum tapti seinnapartin fyri Sveis í dystinum um triðja plásssið í EM-kappingini í Makedonia. Sveis vann trygt, 32-17.

Sveis gjørdist ein ov stórur biti at gloypa, samstundis, sum føroyingarnir ikki spældu upp sítt besta.

Í fyrra hálvleiki fingu okkara menn bara bóltin í sveisiska netið sjey ferðir og vóru níggju mál aftanfyri, tá farið var til hálvleiks. Tað kom ongantíð glið á føroyska spælið og harvið kom ongantíð spenningur í dystin.

Málskjúttar:
Brandur Halgirsson 6
Vilhelm Poulsen 3
Høgni Zachariassen 3
Bergur Ákason 1
Djóni Jansson Petersen 1
Ólavur av Fløtum Mittún 1

 

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni