U20 tapti eftir brotskastkapping

Tað eydnaðist ikki U20 landsliðnum hjá monnum at spæla seg í finaluna í EM-kappingini í Makedonia. 

Tað skuldi brotskastkapping til, fyri at avgreiða dystin, sum var móti verttjóðini, Makedonia.

Tað var ein ógvuliga javnur fyrri hálvleikur, har liðini skiftust um at føra. Tá farið var til hálvleiks var støðan 13-12 til makedonar.

Í seinnahálvleiki var líkt til, at Makedonia fór at strúka avstað við sigrinum, tí teir løgdu seg á odda við fimm málum, men føroysku dreingirnir vóru ídnir og raskir.

Í síðstu minuttunum var spenningur fyri allar pengarnar. Tá lítið minuttur var eftir, fóru Føroyar í álop og føroysku dreingirnir tóku av møguleikanum og javnaðu.

Harvið skuldu Føroyar og Makedonia út í brotskastkapping. Í brotskastkappingini gjørdust føroyingarnir ov stuttir og máttu lúta fyri favorittunum.

Føroyski málverjin, Hørður Trygvason, varð kosin dagsins leikari.

Føroyar skulu sostatt spæla um 3. ella 4. plássið. Tann dysturin verður í morgin klokkan 16.30 føroyska tíð móti Sveis.

Málskjúttar:
Brandur Halgirsson 6
Leivur Mortensen 6
Vilhelm Poulsen 5
Høgni Zachariassen 3
Niklas Hanusarson 2
Bartal Klein Olsen 2
Hallur Arason 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni