Dómaranevndin

Dómaranevndin ansar eftir, at dømingin er í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur fyri hondbólt og útvegar dómarar og setur teir til at døma teir dystir í landskappingini og steypakappingini.

Dómaranevndin skipar hartil fyri skeiðum til útbúgving av dómarum, tíðtakarum og skrivarum og syrgir fyri, at ein menningar- og eygleiðaraskipan virkar.

Heini Ellingsgaard, formaður
Birita Wardum, nevndarlimur
Thomas Juul Thomsen, nevndarlimur
Margrið Weihe, nevndarlimur
Uni Wardum, nevndarlimur

Ein loysn frá Sendistovuni