Við útgangsstøði í “Føroyska leistinum” skal Menningar- og úrvalsnevndin varða av og arbeiða við framtíðar átøkum/tiltøkum, som styrkja um føroyskan hondbólt bæði nú og í framtíðini.
Menningar- og úrvalsnevndin arbeiðir við verkevnum og verkætlanum, ið styrkja breiddina, úrvalið, feløgini og landsliðini í føroyskum hondbólti.
Menningar- og úrvalsnevndin skal fylgja við í altjóða hondbólti og í almennum ítrótti, soleiðis at hugrák í nútíðar hondbólti, ið eru viðkomandi fyri føroyskan hondbólt, verða viðgjørd og sett í verk.
Ann-Mari Wang, forkvinna
Hans Jón Thomsen, nevndarlimur
Helgi Hildarsson Hoydal, nevndarlimur
Hans Andreas Dahl, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur

