Kappingarnevndin

Reglurnar fyri Kappingarnevndina eru at finna í grein 6 í viðtøkunum hjá HSF.

Kappingarnevndin syrgir fyri, at feløg siga frá luttøku í lands- og steypakappingini og leggur hesar kappingar til rættis. Kappingarnevndin leiðir lands- og steypakappingarnar og ansar eftir, at kappingar fara fram eftir settum reglum, og hevur myndugleika til at gera broytingar í kappingarskráunum. Kappingarnevndin hevur avgerðarrætt í øllum dagligum spurningum kappingunum viðvíkjandi.

Høgni Vilhelmsen, formaður
Jákup Dam, nevndarlimur
Eyðun Mortensen, nevndarlimur
Ása á Neystabø, varalimur