Team Klaksvík vann niðara bólkin

Klaksvíkingar fingu uppreistur frá grundspælinum, tá teir í dag vunnu niðara bólkin í Okkara-deildini.

Í vanligu landskappingarumfarinum fekk Team Klaksvík bara tvey stig, men í endaumfarinum fingu teir seks stig av átta møguligum. KÍF endaði eisini á seks stigum, men Team Klaksvík var betur innanhýsis og vann harvið steypið og eina peningaupphædd.

Hjartaliga til lukku til Team Klaksvík!

 

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni