Føroyar nr. 14 í Europa

Føroyar liggja nr. 14 á nýggjasta styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómslandsliðshondbólt í Europa.

Listin byggir á úrslitini, sum ungdómslandsliðini hava fingið í europeisku kappingunum í summar. Tað er serliga 1. plássið í European Open hjá U17-monnum, sum ger at Føroyar liggja so ovarliga á listanum. Fyri hetta avrikið hava vit fingið 80 stig, meðan 5. plássini í Euro Championship kappingunum hjá ávikavist U17- og U19-kvinnum góvu 23 stig hvør.

Listin sæst her:
YAC-Summer Ranking 2019_2019_08_22_overall

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni