A-menninir gera stór framstig

Landsliðsspælararnir hjá monnum hava tikið seg nógv fram kropsliga seinastu vikurnar. Teir fóru undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina fyri níggju vikum síðan, og spælararnir hava í miðal tikið trý kilo uppá. Vøddamongdin er økt, og feittprosentið er lækkað. Allir hava eisini tikið seg nógv fram í bonkpressi, beinbending (squat), grovum búki og kvikleika.

– Tað er serliga týdningarmikið at økja vøddamongdina. Tað betrar um avriksstøðið, tí leikarin hoppar hægri, skjýtur harðari og verður stinnari í verjustøðu, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari.

Hondbóltssamband Føroya setti herfyri Hera Ziska í starv sum kropsligan venjara, og tað vísir seg longu at gera mun.

– Heri hevur veruliga gjørt eitt gott arbeiði, og leikararnir hava verið ídnir og treiskir. Tað er tað, sum skal til, um vit skulu gera okkum galdandi í altjóða høpi, sigur landsliðsvenjarin.

Síðst í oktober skulu Føroyar spæla fyrstu dystirnar í EM-undankappingini, ávikavist móti Danmark og Montenegro. Sonni Larsen væntar, at spælarar gera enn størri framstig til ta tíð.

– Leikararnir kunnu venja við fullari orku í rúma tíð afturat, so eg vænti, at tølini hjá teimum fara at gerast væl betri.

Yngru leikararnir størst framgongd
Strikuspælarin hjá Kyndli, Rógvi Dal-Christiansen, hevur ment seg mest. Hann hevur tikið seks kilo uppá. Fýra kilo eru vøddar. Næststørstu framgongdina hevur kollfirðingurin, Fríði Weyhe, ið hevur økt um sína kropsvekt við trimum kilo, har tvey kilo eru vøddar.

– Vit síggja, at yngru spælararnir hava størstu framgongdina. Orsøkin er helst, at teir ikki enn eru komnir so langt við styrkivenjingini sum teir eldru, sigur Sonni Larsen.

Føroyska landsliðstoymið sammetir seg serliga við danska landsliðið, tá teir arbeiða við kropsligari styrki. Enn er langt á mál kropsliga, men føroysku leikararnir nærkast spakuliga einum altjóða støði.

Í morgin, leygardagin 25. august, fáa allir hondbóltsleikarar í landinum, sum eru knýttir at einum liði í bestu deildini, møguleika at leggja lunnar undir sína kropsligu menning, tá HSF skipar fyri einum royndardegi saman við Hera Ziska.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni