Aftur tætt

Seinni U19-dysturin millum Føroyar og Ísland gjørdist eisini tættur og spennandi. Eins og í gjár var tað tó Ísland, sum vóru omaná og vunnu 23-21, eftir at Føroyar vóru á odda 10-8 í hálvleikinum.

Bert 21 íslendsk mál vitna um eina góða føroyska verju saman við Anitu Dahl í málinum. Eins og í gjár var talan um ferðmiklan dyst, har Føroyar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki. Okkara vóru eisini omaná um miðjan seinna hálvleik, 16-14. Okkara gjørdu tó fleiri tekniskar villur næstu løtuna, har Ísland fingu nøkur løtt skjótálop og mál. Okkara megnaðu ikki at fanga Ísland aftur seinastu 10 minuttirnar og taptu sostatt við tveimum, 23-21.

Næsta uppgávan hjá U19-landsliðnum verður EM-endaspælið í juli í Montenegro, har Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania.

Málskjúttar hjá Føroyum í dag:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (2)
Sára Berg á Lag 5
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Marjun Kristina Jansdóttir 2
Joan Rúnadóttir Johannesen 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1
Elida Joensen 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marta Agnarsdóttir Højgaard

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni