Skrivað: admin

Føroyar eru í hálvfinaluni
Við einum sigri á Estlandi, hava U17 hondbóltskvinnurnar hjá Føroyum tryggjað sær víðari atgongd til hálvfinaluna í EHF Championship kappingini, sum er í Georgia í hesum døgum.

U18 og U20 til stórar kappingar
Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar.

U17-kvinnur til EM-kapping í Georgia
U17-landsliðið við kvinnum fór í dag av landinum við kós móti býnum Tbilisi í Georgia, sum er vertur fyri EM-undankapping.

Dia verður hjálparvenjari hjá manslandsliðnum
Dia Midjord er settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Føroyar drógu Slovakia, Litava og Luksemburg
A-landsliðið við monnum skal spæla móti Slovakia, Litava og Luksemburg í HM-undankappingini í vetur.

Føroyar vunnu greitt á Georgia
Føroysku U19-kvinnurnar skulu spæla um fimta plássið í EM-kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at Føroyar vunnu sannførandi á Georgia í dag. Úrslitið var 31-21.

Føroyar endaðu á fimta plássi
Við sigri á Makedonia í dag, vunnu Føroyar sær fimta plássið fyri U19-landslið hjá kvinnum í EM-kappingini, sum hevur verið hildin í Litava seinastu dagarnar.

Føroyar vunnu á Kosovo
U19-landsliðið við kvinnum vann seinnapartin ein tepran sigur á Kosovo. Úrslitið var 23-22.

Føroyar mistu sigurin
U19-landsliðið við kvinnum tapti seinnapartin fyri Turkalandi við fýra málum.

