Dómaramenning

HSF hevur sett sær sum mál, at menna dómaraøkið komandi árini. Hetta skal gerast í tøttum samstavi við feløgini runt landið har dentur verður lagdur á, at mennara dómarayrkið í øllum aldursbólkum og deildum.

Fyri kapparingarárið 2025-26 er gjørdur ein leistur, har endamálið er at skipa fyri skeiðum fyri feløgum, dómarapørum og einstaklingum, ið døma alt frá U – dystir til dystir í bestu deildunum.

Dómaraskeiðir – leistur

A – Dómaraskeið
Allir dómarar í bestu deildini skulu luttaka á A – dómaraskeiðum og samlingum í 2025-26. Eisini skulu allir A – dómarar hava góðkenda A – regultest, ið skal endurnýggjast hvørt ár.

B – Dómaraskeið
Øll sum døma frá U16/18 og 1. deild skulu í framtíðini hava tikið B – dómaraskeið og hava góðkenda B – regultest fyri at døma í hesum deildum. HSF viðmælir øllum, ið døma U18 og 1. deild, um at luttaka á B – dómaraskeiði skjótast til ber.

C – Dómaraskeið
Øll sum døma ungri deildir fáa bjóðað grundleggjandi dómaraskeið úti í feløgum. Dentur verður lagdur á grundleggjandi dómarareglur og døming í yngru deildum til og við U14/16.

D – Skeið fyri dómaraborð
Skeið fyri ábyrgdarpersónar, ið umsita dómaraborð.
Skeið verður eisini hildið on-line.

Nærri kunning:

Meira kunning fæst eisini við at venda sær til Ára Rouch, ari@hsf.fo, tlf. 231982
ella til Dánjal Samuelsen, danjal@hsf.fo, tlf. 597600.

Komandi dómaraskeiðir

Sí meira her.

Ein loysn frá Sendistovuni