Dómaraskeiðir 2025 – 26

Komandi dómaraskeiðir

B – Dómaraskeið 2025/26

Øll sum døma frá U16/18 og 1. deild skulu í framtíðini hava tikið B – dómaraskeið og góðkenda B – regultest fyri at døma í hesum deildum. HSF viðmælir øllum, ið døma U18 og 1. deild, um at luttaka á B – dómaraskeiði skjótast til ber.

Á skeiðinum verður týðandi hondbóltsreglar og tulkingar fyri eldri ungdóm og vaksnamannadeildirnar gjøgnumgingnar, við fokus á truplar støður, ið kunnu koma fyri í viðkomandi deildum.

Skeiðið endar við skrivligari B – regultest.

Til ber hjá øllum feløgum at melda dómarar til øll B – dómaraskeið, óansæð hvar skeiðið verður hildið.

Komandi B – dómaraskeiðir:

Tórshavn, ÍSF húsið, Eystara Bryggja Leygardagin 04/10-25 kl. 9:00
Vágur, Marghøllin ella VB høllin Hósdagin 06/10-25 kl. 18:00

Skeiðslongd: 3:15 tímar, íroknað B – regultest.
Skeiðsgjald: 395,00 kr. pr. dómara.
Tilmelding: Trýst her

C – Dómaraskeið 2025/26

Øll sum døma ungri deildir fáa bjóðað grundleggjandi dómaraskeið úti í feløgum. Dentur verður lagdur á grundleggjandi dómarareglur og døming í yngru deildum til og við U14.  Skeiðið endar við C – regultest.

Málbólkar eru:

1. Øll í felagnum, ið døma í yngri deildum til og við U14/U16
2. Leikarar 14 ár og eldri, ið døma í yngru deildum og sum ynskja at duga grundleggjandi hondbóltsreglar.
3. Ungdómavenjarar í felagnum.


Skipan av C – dómaraskeiðum:

  1. Sum felag velja tit ein ella fleiri møguligar dagar, har skeiðið kann haædast hjá tykkum. Sí møguligar dagar í yvirlitinum longri niðri.
  2. Dómaraskeiðið verður hildið í hóskandi undirvísingarhølum hjá tykkum.
  3.  Atgongd skal vera til uppvørpu ella stórskerm, gjarna við ljóði.
  4. Skeiðið tekur áleið 3:15 tímar. Best er, um skeiðið verður hildið innanfyri tíðarbilið 17:00 – 22:15 og skal tí byrja í seinasta lagi kl. 19:00.
  5. So skjótt sum vit hava ásett dagin fyri tykkara dómaraskeið, seta vit okkum í samband við tykkum og avtala nærri um praktisk viðurskifti.

Yvirskipað skrá:

1. Hvat er høvuðsuppgávan hjá einum dómara og hvat inniber rollan.
2. Hvat siga reglarnar og hvussu leiða vit ein hondbóltsdyst um mun til galdandi reglar.
– Gjøgnumgongd av grundleggjandi dómarareglum, tolkan av reglum og dómaratekin v.m.
– Hvussu skal dømast í yngru deildunum og hvat skal dentur leggjast á.
– Spurningar og svar til reglar og praksis.
3. Hvussu kunnu dómarar og venjarar samstarva og menna hondbóltsspælið (serliga í yngru deildunum).
4. Regultest (C) á fartelefon.

Hesir dagar eru settir av til C – dómaraskeið í 2025:

H71 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.
EB 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.
KÍF 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.
Kyndil 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.
Neistin 27/09 (Avgreitt)
Stíf 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.
VB 29/09 (Avgreitt)
VÍF 30. okt, 4-6., 11-13 ella 19-20. nov.

Skeiðslongd: 3:15 tímar, íroknað B – regultest.
Skeiðsgjald: Ókeypis.
Tilmelding: Trýst her

Hesir skeið eru áður hildin í 2025:

VB – Vágur* – 29. september 2025
Neistin
– Tórshavn* – 27. september 2025
Søljan/Síf – Sandavágur* – 6. mars 2025
Team K, Stjørnan – Klaksvík* – 4. mars 2025
Tjaldur – Runavík* – 27. februar 2025
ÍA – Argir* – 25. februar 2025

* Um felagið ynskir nýtt C – dómaraskeið, vinaliga seti tykkum í samband við HSF.


Nærri kunning:

Meira kunning fæst eisini við at venda sær til Ára Rouch, ari@hsf.fo, tlf. 231982
ella til Dánjal Samuelsen, danjal@hsf.fo, tlf. 597600.

Ein loysn frá Sendistovuni