Elias var besti spæliskipari

Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.

Eftir hvørja EM- og HM-kapping er vanligt at velja eitt “all star” lið, har besti spælarin á hvørjum einstøkum plássi verður kosin. Hesaferð var einki undantak, men tað er meira sjáldsamt, at ein føroyingur verður valdur.

Bara 16 ára gamli Elias á Skipagøtu hevur spælt eina framúr EM-kapping, og tað hevur evropeiska hondbóltssambandið varnast. Tað merkisverda við Eliasi er, at hann kann skjóta við báðum hondum, og tað lumpaði fleiri mótstøðumenn.  Hann er eisini væl fyri tekniskt, og hann hevur eitt gott bólteyga.

Elias á Skipagøtu skeyt 52 mál í sjey dystum undir EM-kappingini. Hann fekk triðflest mál av øllum.

Hoyvíkingurin skal komandi kappingarár spæla hondbólt í Skanderborg í Danmark.

Tá U20-landsliðið við monnum tók lut í EM-kapping í juli var ein føroyingur eisini valdur á “all star” liðið. Hørður Trygvason varð tá valdur besti málverjin í kappingini.

 

 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni