Føroyar trekti Hvítarussland

A-landsliðið hjá monnum skal møta Hvítarusslandi í HM play-off dystunum í mars.

Seinnapartin var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá monnum skal møta í næsta umfari av HM-undankappingini. Talan verður um harða mótstøðu, tá Hvítarussland vitjar í Høllini á Hálsi miku- ella hósdagin 16/17. mars. Hvítarussland gjørdist nr. 17 til EM í ár, men hava annars verið í topp 10 í 2016, 2018 og 2020.

Seinni dysturin verður leygar- ella sunnudagin 19/20. mars.

Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar skal møta Týsklandi í seinastu play-off dystunum í apríl.

Fyrru play off dystirnir í mars:
Ukraina – Finnland
Italia – Slovenia
Portugal – Sveis
Eysturrríki – Estland
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Norðurmakedonia – Rumenia
Ísrael – Litava
Slovakia – Belgia
Føroyar – Hvítarussland

Seinnu play-off dystirnir í apríl:
Russland – Slovakia/Belgia
Ukraina/Finnland – Kroatia
Grikkaland/Bosnia Hersegovina – Montenegro
Portugal/Sveis – Niðurlond
Italia/Slovenia – Serbia
Týskland – Føroyar/Hvítarussland
Kekkia – Norðurmakedonia/Rumenia
Eysturrríki/Estland – Ísland
Ísrael/Litava – Ungarn

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni