Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Lutakastið háttaði seg soleiðis:
Bólkur A: Ungarn, Montenegro, Slovenia, Ísland
Bólkur B: Noreg, Rumenia, Sveis, Norðurmakedonia
Bólkur C: Danmark, Spania, Turkaland, Grikkaland
Bólkur D: Niðurlond, Kekkia, Eysturríki, Kroatia
Bólkur E: Frakland, Pólland, Føroyar, Ukraina
Bólkur F: Svøríki, Týskland, Slovakia, Serbia

Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Leygardagin 5. desember: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember: Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Føroyar – Pólland

Dystirnir verða leiktir í Spodek Arena í Katowice, sum tekur 11.000 áskoðarar. Ein møgulig millumrunda verður eisini leikt í Katowice.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Av mótstøðuliðunum hava Føroyar bert møtt Póllandi áður, tað var í 2019, og tá taptu Føroyar 28-16 á útivølli. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Frakland nr. 4, Pólland nr. 9 og Ukraina nr. 23. Føroyar gjørdust nummar 17. Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Frakland nr. 3, Pólland nr. 11, meðan Føroyar gjørdust nr. 17. Ukraina vann seg ikki til HM-endaspælið.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni