H71 góð úrslit í European Cup

H71-kvinnur eru víðari í European Cup, meðan mennirnir skulu spæla seinna dystin í Drammen sunnudagin.

Høllin á Hálsi var í vikuskiftinum karmur um European Cup dystir hjá H71-kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum blivu báðir dystirnir leiktir í Føroyum og vann H71 sannførandi, 43-26 í fyrra dystinum, og 35-27 í seinna dystinum móti makedonsku WHC Cair-Skopje. H71 er sostatt komið víðari til triðja umfar í kappingini, sum verður leikt í november. Lutakastið verður mánadagin 25. oktober.

Menninir hjá H71 fingu eisini eitt gott úrslit, hóast talan var um tap. H71 tapti 24-22 fyri norska toppliðnum Drammen HK og verður returdysturin sunnudagin 24. oktober í Drammen.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni