HM- og EM-fyrireiking

Í sambandi við fyrireikingarnar hjá ávikavist kvinnulandsliðnum til HM-endaspælið og manslandsliðnum til EM-endaspælið vera hesir vinardystir í Føroyum.

Leygardagin tann 22. november kl. 19.00 spæla kvinnurnar hjá Føroyum og Íslandi vinardyst Við Tjarnir, hetta áðrenn liðini mándagin eftir ferðast beinleiðis úr Føroyum, umvegis Luksemborg, til ávikavist Trier og Stuttgart í Týsklandi. Atgongumerkini til hendan dystin Við Tjarnir koma til sølu fríggjadagin 31. oktober kl. 10.00.

Manslandsliðið fyrireikar seg til EM-endaspælið við tveimum vinardystum móti Italia. Dystirnir vera fríggjdagin 9. og sunnudagin 11. januar Við Tjarnir, báðar dagarnar kl. 19.00. Atgongumerkini til hesar dystirnar koma til sølu mánadagin 24. november kl. 10.00.

Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

8. juni 2026

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða. Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.

Starvsnevndin óbroytt

8. juni 2026

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni