Javnt í Ankara

Talan gjørdist aftur um ein sera javnan dyst millum føroysku U18-kvinnurnar og Turkaland í seinna vinardystinum millum londini. Í mun til fyrra dystin, vóru tað Turkaland, sum vóru á odda tað mesta av dystinum, men okkara javnaðu fá sekund fyri leiklok til 23-23, eftir at Turkaland var á odda 12-11 í hálvleikinum.

Dysturin var javnur so at siga allan vegin, og vóru tað ongantíð meira enn tvey mál á muni.  Tað vóru tó Turkaland, sum fyri tað mesta høvdu leiðsluna. Meðan okkara fyri tað mesta royndu seg við ein móti einari spæli, so koyrdu Turkaland meira við krossspælið og langskotum. Hetta hepnaðist heldur betri hjá turkum í fyrra hálvleiki, sum eisini vóru á odda 12-11 við steðgin. Turkaland hildu eisini leiðsluna nærum allan seinna hálvleik, men gjørdu okkara ein vørr seinastu løtuna og fingu hálað ein javnleik heim, 23-23.

Talan hevur verið um eina sera góða U18 venjingarlegu í Ankara í Turkalandi, har turkiska hondbóltssambandið hevur sera góðar umstøður í teirra høvuðsæti. Talan hevur eisini verið um tveir sera tættar og gevandi vinardystir, móti einum turkiskum liðið, sum hevur verið hóskandi mótstøða í mun til støði. Samlingin er liður í fyrireikingunum til altjóða EHF kapping, sum verður næsta summar.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir 5
Halla Haldansen 5
Fríða Eysturún Rubeksen 4
Maria Poulsen Hellisdal 2
Emily Andresen 2
Lý Dávadóttir 2
Martha Rógvadóttir Thorsen 2
Meta av Fløtum 1

Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

8. juni 2026

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða. Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.

Starvsnevndin óbroytt

8. juni 2026

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni