Kunning til áskoðarar

Vit síggja fram til eina stórsligna løtu sunnudagin 11. mai í fullsettari høll við Tjarnir, har føroyska landsliðið tekur móti Ukraina í seinasta heimadystinum í EM-undankappingini.

Dysturin byrjar kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 14.30, har tað verður tónleikur, andlitsmáling og sjálvandi eisini møguleiki at keypa okkurt at eta og drekka.

Ferðsla og parkering
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nógv ferðsla verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð. Parkeringspláss eru avmarkað, og vit heita á fólk um at koyra saman ella ganga, um tað ber til. Hetta ger ferðsluna betri fyri øll.

Mat- og drykkivørur
Vit hava víðkað úrvalið. Á staðnum verður millum annað møguligt at keypa:

  • Sushi
  • Poke bowls
  • Franskan hot dog
  • Leskandi drykkir

Týdningarmikil dystur
Hetta er seinasti heimadysturin hjá Føroyum í hesi undankappingini, áðrenn endaspælið í Noregi í januar 2026 og verður hann avgerandi fyri, hvørt Føroyar enda nummar eitt ella tvey í bólkinum.

Upphiting í OY

Sunnudagin frá kl. 14:00 til 16:00 skipa stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY. Swangah og Hans Ravnsfjall fara at spæla, og møguleiki verður fyri at koma í rættan hondbóltshýr.

Ókeypis bussar koyra frá OY niðan til Tjarnir kl. 16:00.

Vit gleða okkum at síggja tykkum við Tjarnir.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni