Kvinnulandsdystir útsettir

Kvinnulandsdystirnir, sum skuldu verða í mars eru útsettir.

EHF hevur í dag boðað frá, at orsakað av truplu støðuni við Corona-smittuni, at EM-undandystirnir, sum skuldu verða 25. og 29. mars eru útsettir. Fyri føroyska kvinnulandsliðið er talan um dystin heima móti Ukraina 25. mars og úti móti Ukraina 29. mars. Dyrstirnir eru útsettir til fyrstu viku í juni mánaði.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni