Kyndilsmenn føroyameistarar 2025

Kyndilsmenn tryggjaðu sær í kvøld Burn FM-heitið 2025, hetta eftir fimtu sera spennandi finaluna móti H71. Hetta er fyrsta FM-heitið hjá Kyndli síðani 2007. Kyndil vunnu grundspælið og nú tríggjar av fimm finalum.

Dysturin á Hálsi í kvøld var tættur, spennandi og intensur. Høllin var væl og virðiliga fullsett og gjørdu áskoðararnir sítt í báðum legum. Kyndil løgdu seg á odda frá byrjan, men koma H71 aftur og vóru frammanfyri 8-7. Hetta var tó einastu ferð í dystinum at H71 vóru frammanfyri, og fóru liðini til hálvleiks við 10-9 til Kyndil. Kyndil økti spakuliga í leypi av seinna hálvleiki og vóru frammafyri 19-15 eftir 47 minuttir. H71 svaraðu tó aftur seinastu løtuna. Dysturin gjørdist aftur tættur, men megnaðu Kyndil at koyra sigurin heim. Endaliga úrslitið gjørdist 24-23. Hetta er meistaraheitið nummar 31 hjá Kyndilsmonnum, mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
19.04.25 Kyndil – H71 28-29
24.04.25 H71 – Kyndil 31-33
27.04.25 Kyndil – H71 28-23
30.04.25 H71 – Kyndil 34 – 31
03.05.25 Kyndil – H71 24-23

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni